skip to main  | skip to sidebar

#  [PIETÁ](http://pieta6064.blogspot.com/)

Ein leikur eftir Astrid Saalbach. Á Tjóðpalli Føroya frá 25. juli 2009. Birita
Mohr spælir Ria, sum vaknar á einum hotellkamari. Í songini liggur ein
fremmandur maður....

## fredag den 26. juni 2009

###  [Forsøla av atgongumerkjum](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/forsla-
av-atgongumerkjum.html)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/Sk0rnVI0srI/AAAAAAAAAAk/loZ8P0KMt3A
/s200/billett.fo_logo%5B1%5D.bmp)](http://1.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/Sk0rn
VI0srI/AAAAAAAAAAk/loZ8P0KMt3A/s1600-h/billett.fo_logo%5B1%5D.bmp)

Forsøla av atgongumerkjum á [http://www.billett.fo/](http://www.billett.fo/)

  

Kostnaður 160 kr. við keyp á netinum.

Atgongumerki á 180,- verða eisini seld við dyrnar frá kl. 18 - 20 áðrenn
hvørja sýning.

  

Stað: Tjóðpallur Føroya, Tórsgøta 9, Tórshavn

  
  

Nær:

25. juli t.o.v. 2. august 2009

6. til 9. august 2009

fleiri sýningar verða lýstar í bløðunum....

  

****

Indsendt af  [ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)
kl.  [00.13](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/forsla-av-
atgongumerkjum.html) [ 1 kommentar: ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06
/forsla-av-atgongumerkjum.html#comment-form) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-edit.g?blogID=8187947576407873905&postID=403574568609220157&from=pencil)

###  [Stuðlar](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/mannligur-leikari.html)

**Gríma aftur.  
Birita Mohr hevur sjálv tikið stig til hesa verkætlan og við stuðli frá
sokallaða "Triðja Beininum" undir Mentamálaráðnum setur hon Pietá upp undir
Grímu navninum. ****"Triðja Beinið" er ein stuðulsmøguleiki, sum er
oyramerktur yrkissjónleik. Her hava yrkisleikfólk einstaklingavís ella í bólki
møguleika at søkja og fremja egnar verkætlanir. Verkætlanir, sum ikki hoyra
undir Tjóðpall Føroya.**

**Við hjálp frá øðrum grunnum og sponsorum letur tað seg fremja í verki. Pietá er tískil óheftur leikur. Spælt verður á Meiarínum í Tórsgøtu við vælvild frá Tjóðpallinum.**  
****  
**Hesi hava stuðlað leikinum Pietá:**  
****  
**Mentamálaráðið** - **"Triðja Beinið"  
Mentanargrunnur Landsins**

**Tórshavnar Kommuna** **100 ár**  
**Tjóðpallur Føroya**  
**Fjølrit**  
**P/F Balslev**  
**Sp/f Sjónband**  
**Vodafone**  
**Føroya Bjór**  
****  
**_________________________________________**  
  
******PROFILAR:  
Dramatikari: Astrid Saalbach

**Fødd 1955. Útbúgvin sjónleikarari frá Statens Teaterskole í 1978. Fyrsta leikrit frá hennar hond var hoyrispælið _Spor i Sandet_ frá 1981 og hevur hon síðani skrivað eina ørgrynnu av hoyrispølum, sjónvarpsspølum, sjónleikum, stuttsøgum og skaldsøgum.  
Astrid Saalbach er ein av mest framtraðkandi leikhøvundum í sínum ættarliði í
Norðurlondum. Hon skrivar í einum veruleikakendum stíli, sum kortini rúmar tað
poetiska, surreella og komiska. Tann hugmyndaligi og ítøkiligi veruleiki fáa
altíð javnbjóðis pláss í hennara leikum. Uttan at koma við moralskum
peikifingri viðgerð Astrid óttan hjá tí modernaða menniskjanum. Tann djúpa
eksistentiella óttan, har ruðuleikin valdar og lívslygnurnar fáa fastatøkur.
Persónarnir eru fremmandir fyri sær sjálvum, hava so at siga mist sambandið
við sítt egna lív og royna krampakent at sleppa sær undan at líta at sær
sjálvum. Skræðan má fyri ein hvønn prís haldast bráðvøkur. Og prísurin er
kanska, at við ongum bjargingarneti liggur tragedian. Í Føroyum hava vit áður
sæð leikir eftir Astrid Saalbach. Leikurin Hin ósjónligi býurin varð síðst í
1980'unum framførdur í sjónleikarahúsinum.

  
**Leikari: Birita Mohr**  
Fødd 1952. Var ein av teimum fimm, sum í 1977 stovnaðu leikbólkin Grímu.

Í 1984 varð Birita útbúgvin sjónleikari á Leiklistaskóla Islands.

Hon hevur á síni yrkisleið arbeitt sum sjónleikari, leikstjóri og verkleiðari
í óteljandi verkum. Í nógv ár við Grímu, síðan við Tjóðpalli Føroya og við
nýggjari leikbólkum sum Tvazz og Skift, umframt undirvíst og leikstjórna í
Grímu og áhugafeløgum kring landið.

Hon hevur leikt týðandi leiklutir í leikum so sum: _Jeppe á Fjallinum,
Haturfuglar, Antigone, Feit og fregin, Men størstur er kærleikin, Glataðu
spælimennirnir, Royndin - variatiónir yvir Nólsoyar Páll, Húsið hjá Bernardu
Alba, Gøtan, Víðopið hjúnarlag, Skøkjurnar ganga fremst inn í Himmalin, Móðir
Sjeystjørna, Eitur nakað land Weekend? Ginusøgur, Peer Gynt Køksdrotningarnar,
Nordost, Í Geyma_ - bert fyri at nevna nakrar úr rúgvini.

Ein vídd á síni yrkisleið, sum fevnir bæði um teir klassisku sorgarleikirnar
til forteljandi leikir og til Commedia Dell'Arte - umframt allar
barnaleikirnar, ævintýrini og útileikirnar, hon hevur verið við í.

Á sjónvarpsskíggjanum hava vit sæð Biritu eitt nú í jólakalendaranum Vættranir
av Galdralondum frá 1992, umframt hoyrt hennar rødd í eini ørgrynnu av
teknifilmum.

Hon hevur eisini í áramál arbeitt í útvarpinum við barna -og ungdómssendingum.

Birita fekk í 2009 Herðaklappið fyri leiklut sín sum Olga í leikinum
_Nordost_.

  
  
**Leikstjóri Egi Dam**  
Føddur 1950. Egi var ein av teimum fimm, sum í 1977 stovnaðu fyrsta føroyska
yrkissjónleikararbólkin Gríma. Hevur síðani verið knýttur at Gríma/Leikhúsinum
Gríma sum sjónleikari, leikstjóri, undirvísari og dramatikari.

Egi hevur nomið sær útbúgving á m.ø. Århus Teaterakademi, Odin Teatret og
Institut for Scenkunst. Hevur luttikið í 7 umførum á raddarskeiði hjá Nadine
George, The Voice Studio í Føroyum og London.

Egi hevur dramatiserað (skrivað um til leik) m.a. hesar leikir fyri Grímu:
_Tornið við heimsins enda eftir William Heinesen, Royndin -variatiónir yvir
Nólsoyar Páll,, Móður Sjeystjørna eftir William Heinesen, umframt útileikir á
Ólavsøku '91 og '94.

_Sum leikstjóri hevur hann bæði leikstjórna fyri Grímu og áhugafeløgum kring
landið. _Haturfuglar, Brendar Brýr, Móðir Sjeystjørna, Vakurleikadrotningin
frá Leane, Gandaferðin _(útileikur), umframt mangar aðrar.

Sum leikari í Grímu hevur Egi m.a. havt týðandi leiklutir eitt nú í _Kvæðið um
Kópakonuna,

Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra, Men størstur er kærleikin,
Sjeynda boð: Stjal eitt sindur minni, Dreymur Jóansøkunátt, Krypilin frá
Innishman, Fótur í hosu, Erasmus Montanus, Verkætlan Laramie.

_Í sjónvarpinum mitt í 80'unum munnu flest børn kenna Ega sum Berint - ein av
_Dólgunum_.

  
**Pallmynd og búnar: Marianna Mørkøre**  
Marianna hevur nomið sær útbúgving innan móta og sniðgeving á Ravensbourne
College of Design & Communication í London. Síðan hon fekk prógv í 2004, hevur
hon arbeitt nógv tvørfakliga, og flestu av hennara verkætlanum eru gjørdar í
samstarvi við dansarar, fotografar, tónleikarar og sniðgevar. Dømi um video-
og filmproduktiónir, sum Marianna hevur verið við at skapa, eru Memotekið, Two
One Side, Investigations of a Dog, Fragmented Unison

og The Collar Red.

Marianna hevur luttikið á nógvum listaframsýningum og filmsfestivalum, bæði
her heima í Føroyum og ymsastaðni í Europa og USA. Hon hevur fingið
virðislønir fyri sítt listarliga virksemi, eitt nú Gávugóðs úr Grunni Torvalds
Poulsen av Steinum, Honorable Mention The IFCT 2008 fyri besta stuttfilm (The
Collar Red) og Topshop's Media & Design Award, Graduation Fashion Week,
London, og harumframt eisini verið innstillað til fleiri virðislønir innan
video og film.

  
  
**Ljóssnið og palsmíð: Árni Baldvinsson úr Íslandi.**  
Føddur 1952. Árni hevur nógvar og drúgvar royndir innan ljósdesign og
ljóssetan. Hann hevur í mong ár arbeitt sum ljósdesignari í Tjóðleikhúsinum í
Reykjavík, eitt nú í leikum so sum Silkitrumman, Amadeus, Grasmaðkurin og
mongum, mongum øðrum.

Í íslendsku operuni hevur hann m.a. gjørt ljós til _Aida, La Traviata og La
Boheme_.

Í mong ár hevur Árni havt fast starv sum ljósmaður í íslendska
ríkissjónvarpinum.

Í Føroyum hevur Árni Baldvinsson gjørt ljós til nógv stórverk á palli. Nevnast
kunnu

_Eitt Dukkuheim, Sjeyk, Móðir Sjeystjørna, Á krabbasvalanum, Eitur nakað land
Weekend?

Ronja Ránsmannadóttir, Sjóveður, Emil úr Lønnebergi, Nordost, Hár, Í Geyma_
o.m.a.

  
**Fremmandur maður: Laurits í Króki (L.Í.K.!), Henrik Nielsen**  
  
**Framleiðsluleiðari: Gunnvá Zachariasen**  
****  
**Hjálparfólk: Gunvør Hofgaard, Mariann Hansen, Elisabeth Olsen, Rakul Thomsen, Kjartan N. Jespersen, Njál H. Jensen**  

**Myndir: Finnur Justinussen**  
_____________________________________________

Indsendt af  [ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)
kl.  [00.01](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/mannligur-leikari.html) [
Ingen kommentarer: ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/mannligur-
leikari.html#comment-form) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=8187947576407873905&postID=9112702242314585237&from=pencil)

## fredag den 12. juni 2009

[![](http://4.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SlOT17r3KQI/AAAAAAAAAA0/hs8PitcPBGg
/s320/Birita+Mohr.jpg)](http://4.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SlOT17r3KQI/AAAA
AAAAAA0/hs8PitcPBGg/s1600-h/Birita+Mohr.jpg)

  
**GRÍMA **

**  

við leikinum

  
PIETÁ

  
eftir Astrid Saalbach**

  

**Frumframførsla 25. Juli 2009**.

  
Ria vaknar tíðliga ein morgun á einum hotell-kamari. Hon hevur dundrandi
timburmenn.

Ein fremmandur yngri maður liggur við hennar lið. Hvør er hann? Hvussu er hann
komin upp í hennara song?

Ria, sum er ein tilkomin kvinna, hevur í langa tíð liva lívið við fullari
ferð. Arbeiðslív og privatlív eru við at sindrast - lygnir, sjálvsbedrag,
smáar skandalir mynda í dag gerandisdagin hjá Riu.

  

Hví ikki bara flýggja undan heilt? Hví ikki bara bílleggja sær eina vínfløsku
frá morgunstundini?

Og ímynda sær lívið sum tað kundi verið? Kanska saman við hesum fremmanda
manni?

  

**_"...mítt lív er ein dungi av ruski og lorti, sum eg flúgvi uppi yvir. _**

**_Vínið er mínar veingir."_****_  

  

_****Pietá**, sum er heitið á leikinum, er eitt italskt orð, sum vísir á
hugtøkini sorgarvísa, miskunn, guðsótta og bøn um náði.

**Pietá** er somuleiðis ein listarlig ímynd, oftast ein standmynd, av Mariu Moy syrgjandi við krossfesta Jesus í føvninginum. Ein tann kendasta Pietá myndin er marmorstandmynd eftir Michelangelo í Pæturskirkjuni í Rom.  

****  

****

****

****

**Birita Mohr fer 25. Juli 2009 ****á pall við hesum gálgaskemtandi ****og tragiska leiki.  

**

**

**

Birita Mohr er sjálv ímyndin av modernaðari føroyskari leiklist á yrkisstøði.
Birita var við til at stovna Grímu í sínari tíð. Birita hevur spælt óteljandi
kvinnulagnir, eitt nú

  

_Antigone, Húsið hjá Bernarda Alba, Glataðu Spælimenninar, Móðir Sjeystjørna,
Gøtan, Ginusøgur, Krypilin frá Innishman, Eitur nakað land Weekend?
Køksdrotningarnar_, bert fyri at nevna nakrar.

  

Birita hevur eisini áður staðið einsamøll á palli í krevjandi kvinnuleikluti -
á 1994 tá hon sum Rósa leikti einkonuleikin _Skøkjurnar ganga fremst inn í
himmalin_ eftir spaniólan José Luis Martin Descalzo.

  

Gríma hevur at kalla ligið í dvala síðani Tjóðpallur Føroya varð stovnaður.

Leikurin Pietá er stuðlaður av sokallaða "Triðja beininum" undir
Mentamálaráðnum, sum gevur yrkisleikfólki møguleikan at fremja egnar
sjónleika-verkætlanir.

Fyrr í ár fekk Birita væl uppiborið **Herðaklappið** fyri leiklut sín sum
russiska konan Olga í leikinum Nordost.

  

  

**Egi Dam** leikstjórnar Pietá.  
**Marianna Mørkøre** skapar pallmyndina.  
**Árni Baldvinsson** skapar ljósið og smíðjar pallin.

**Gunnvá Zachariasen** er framleiðslustjóri  
  
  

**Pietá verður spældur á Tjóðpalli Føroya**

****

**(Meiarínum) frá 25. Juli 2009.**  

  

Indsendt af  [ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)
kl.  [16.11](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/grima-vi-leikinum-pieta-
eftir-astrid.html) [ Ingen kommentarer:
](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/grima-vi-leikinum-pieta-eftir-
astrid.html#comment-form) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=8187947576407873905&postID=3024178254423567009&from=pencil)

###  [PIETÁ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/pieta.html)

Indsendt af  [ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)
kl.  [16.04](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/pieta.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/pieta.html#comment-form)
[ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=8187947576407873905&postID=8557174595030469802&from=pencil)

[Nyere indlæg](http://pieta6064.blogspot.com/)
[Start](http://pieta6064.blogspot.com/)

Abonner på: [Indlæg (Atom)](http://pieta6064.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Faste læsere

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=Followers&widgetId=Followers1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog-arkiv

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://pieta6064.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00-08:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00-08:00&max-results=8) (8)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ august ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juli ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (2)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ juni ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_06_01_archive.html) (4)
      * [Forsøla av atgongumerkjum](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/forsla-av-atgongumerkjum.html)
      * [Stuðlar](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/mannligur-leikari.html)
      * [ GRÍMA við leikinum PIETÁ eftir Astrid Saalbac...](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/grima-vi-leikinum-pieta-eftir-astrid.html)
      * [PIETÁ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/06/pieta.html)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Om mig

[![Mit foto](http://2.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SlOVdEOYB6I/AAAAAAAAABA/aEP
Yac4WU78/S220-s80/postcard_pieta_front.jpg)](https://www.blogger.com/profile/0
4974970477308774970)

[ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)

    T-post:pieta6064@gmail.com Tlf. 596064
[Vis hele min profil](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

  *[16.04]: 2009-06-12T16:04:00-07:00
  *[00.01]: 2009-06-26T00:01:00-07:00
  *[16.11]: 2009-06-12T16:11:00-07:00
  *[00.13]: 2009-06-26T00:13:00-07:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [PIETÁ](http://pieta6064.blogspot.com/)

Ein leikur eftir Astrid Saalbach. Á Tjóðpalli Føroya frá 25. juli 2009. Birita
Mohr spælir Ria, sum vaknar á einum hotellkamari. Í songini liggur ein
fremmandur maður....

## torsdag den 23. juli 2009

###  [Pietá!](http://pieta6064.blogspot.com/2009/07/pieta.html)

Pietà. Kemur av orðinum pietas. Frómleiki. Guðsótti. Miskunn!

Miskunn merkir góðska. Men kaga vit niður í grundtýdningin, merkir mis-kunn
ikki at vera kunnaður ella ikki at rokna nøkrum nakað til last. At elska eitt
menniskja av heilum hjarta uttan at taka dagar ímillum eginleikar og mistøk
annars.

Tí vit hava jú loyvi til at tapa í lottarínum, sigur Ria, høvuðspersónurin í
leikinum.

  
Í listini hevur Pietà verið ein ímynd av Mariu Moy sitandi við sínum deyða
soni í fanginum. Hon, sum bar hann í heim, var eisini trúføst til tað síðsta.
Hon stóð undir krossinum, tá hann læt lív.

Tá vóru annars nógv av hansara viðhaldsfólkum langt síðani rýmd.

Mater dolorosa kallast myndin av tí syrgjandi mammuni.

Myndin av Mariu við tí deyða Jesusi í føvninginum tók seg fram í 14. øld í
Rínøkinum, har katolisisman hevur havt góðan gróðrarbotn í fólkasálini fram
til okkara dagar.

Í sjálvari háborgini hjá katolisismuni, í Pæturskirkjuni í Rom, stendur tann
gitnasta Pietà. Michelangelo høgdi hana úr marmori í árunum 1497 til 1500. Í
1970'unum bleiv hon álopin og skadd av einum sinnissjúkum manni við hamara,
sum segði seg vera Jesus. Men hon stendur enn, tí kærleikin er ikki so at
køva.

  
At Pietà er eitt so kent hugtak í listini er ikki so løgið. Her møta vit tí
grundleggjandi í bæði list, vísindi og trúgv. Trongdina til hita, sannleika,
góðsku, umsorgan og kærleika.

Listin, sum við sínum skapandi framførslum kann vísa okkum á hetta. Tað veri
seg altartalvum, sjónleikum ella poppsangum.

Vísindini, sum ferð eftir ferð vilja vera við, at vit eru her fyri at nøra um
okkum sjálv, hóast vit einaferð skulu hvørva úr hesi verð.

Og trúgvin, sum sigur, at góðskan hóast alt er ein veruleiki.

  
Men hóast pietà ofta í vesturlendskari list sipar til tann deyða Kristus í
ørmunum á síni jarðisku móður, hava onnur lænt motivið.

Sigst at Mikines fekk íblástur til sínar pietàmálningar - málningar av líkum á
børu - frá yrkingini "Pieta" hjá Williami Heinesen frá 1930:

  
"…Stum i den naadeløse Aftenvind

hun sidder med den Dødes Haand i sin

og stirrer i hans slukte Ansigt ind…"

  
Eisini nobelvinnarin, Pär Lagerkvist, skrivaði í 1942 í yrkingini "Pietà":

  
"...Pannan är så blek och fårad,

känns som våt av svett.

Vad är det för svårt som hänt dig

sedan vi var ett?..."

  
Høvuðspersónurin í leikinum er sjálv mamma.

Men hon er ikki mamma mannin í seingini. Hon er heldur ikki nakað halgimenni.
Tað kunnu vit ikki øll vera.

Hóast hon kanska heldur ikki er nakar miskunnsamur samáriubúgvi, so vísir hon
góðsku og virðing móti manninum, sum hon annars onki veit um.

Pietà! Deyðin er eisini ein veruleiki. Men størri enn deyðin er tráanin eftir
hita, góðsku og miskunn…

  
Theodor E. D. Olsen

Indsendt af  [ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)
kl.  [17.51](http://pieta6064.blogspot.com/2009/07/pieta.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/07/pieta.html#comment-form)
[ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=8187947576407873905&postID=2529798439591211608&from=pencil)

## torsdag den 2. juli 2009

[![](http://3.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/Sk0utIqPizI/AAAAAAAAAAs/iop3M1Py7jA
/s320/postcard_pieta_front.jpg)](http://3.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/Sk0utIq
PizI/AAAAAAAAAAs/iop3M1Py7jA/s1600-h/postcard_pieta_front.jpg)

Indsendt af  [ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)
kl.  [14.56](http://pieta6064.blogspot.com/2009/07/blog-post.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/07/blog-post.html#comment-
form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=8187947576407873905&postID=2948228493715138116&from=pencil)

[Nyere indlæg](http://pieta6064.blogspot.com/) [Ældre
indlæg](http://pieta6064.blogspot.com/search?updated-
max=2009-07-02T14:56:00-07:00&max-results=7)
[Start](http://pieta6064.blogspot.com/)

Abonner på: [Indlæg (Atom)](http://pieta6064.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Faste læsere

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=Followers&widgetId=Followers1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog-arkiv

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://pieta6064.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00-08:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00-08:00&max-results=8) (8)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ august ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ juli ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (2)
      * [Pietá!](http://pieta6064.blogspot.com/2009/07/pieta.html)
      * [ ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/07/blog-post.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juni ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_06_01_archive.html) (4)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Om mig

[![Mit foto](http://2.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SlOVdEOYB6I/AAAAAAAAABA/aEP
Yac4WU78/S220-s80/postcard_pieta_front.jpg)](https://www.blogger.com/profile/0
4974970477308774970)

[ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)

    T-post:pieta6064@gmail.com Tlf. 596064
[Vis hele min profil](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

  *[17.51]: 2009-07-23T17:51:00-07:00
  *[14.56]: 2009-07-02T14:56:00-07:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [PIETÁ](http://pieta6064.blogspot.com/)

Ein leikur eftir Astrid Saalbach. Á Tjóðpalli Føroya frá 25. juli 2009. Birita
Mohr spælir Ria, sum vaknar á einum hotellkamari. Í songini liggur ein
fremmandur maður....

## onsdag den 5. august 2009

###  [Myndir](http://pieta6064.blogspot.com/2009/08/myndir.html)

[![](http://4.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SnoPZCcbMcI/AAAAAAAAACs/ZJFKjrkBjys
/s320/_C5L6185.JPG)](http://4.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SnoPZCcbMcI/AAAAAAA
AACs/ZJFKjrkBjys/s1600-h/_C5L6185.JPG)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SnoO0reu48I/AAAAAAAAACk/52Ei-56uOog
/s320/_C5L6145.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SnoO0reu48I/AAAAAAA
AACk/52Ei-56uOog/s1600-h/_C5L6145.JPG)

  

[](http://3.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SnoOZJWeKrI/AAAAAAAAACc/ofU511_Lx1M/s
1600-h/_C5L6183.JPG)

  
  

[![](http://4.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SnoNEL_DShI/AAAAAAAAACU/cATmf-J0s3c
/s320/Pietamynd4.jpg)](http://4.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SnoNEL_DShI/AAAAA
AAAACU/cATmf-J0s3c/s1600-h/Pietamynd4.jpg)

  
  
  

Indsendt af  [ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)
kl.  [15.41](http://pieta6064.blogspot.com/2009/08/myndir.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://pieta6064.blogspot.com/2009/08/myndir.html#comment-form)
[ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=8187947576407873905&postID=6872285562725835772&from=pencil)

Etiketter: [Birita Mohr sum Ria og Laurits í Króki sum fremmandur maður](http:
//pieta6064.blogspot.com/search/label/Birita%20Mohr%20sum%20Ria%20og%20Laurits
%20%C3%AD%20Kr%C3%B3ki%20sum%20fremmandur%20ma%C3%B0ur)

## søndag den 2. august 2009

###  [Fleiri sýningar í august](http://pieta6064.blogspot.com/2009/08/fleiri-
syningar-i-august.html)

Enn er møguleiki at síggja leikin...

  
13. august kl. 20

14. august kl. 20

15. august kl. 20

16. august kl. 20

  
Atgongumerki á [http://www.billett.fo/](http://www.billett.fo/)

Ella bíllegg á tlf. 59 60 64 millum kl. 18 - 20

Atgongumerki seljast eisini við dyrnar undan sýning millum kl. 18 - 20

180 kr.

Indsendt af  [ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)
kl.  [16.42](http://pieta6064.blogspot.com/2009/08/fleiri-
syningar-i-august.html) [ Ingen kommentarer:
](http://pieta6064.blogspot.com/2009/08/fleiri-syningar-i-august.html#comment-
form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=8187947576407873905&postID=6124302666981621331&from=pencil)

[Nyere indlæg](http://pieta6064.blogspot.com/) [Ældre
indlæg](http://pieta6064.blogspot.com/search?updated-
max=2009-08-02T16:42:00-07:00&max-results=7)
[Start](http://pieta6064.blogspot.com/)

Abonner på: [Indlæg (Atom)](http://pieta6064.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Faste læsere

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=Followers&widgetId=Followers1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog-arkiv

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://pieta6064.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00-08:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00-08:00&max-results=8) (8)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ august ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
      * [Myndir](http://pieta6064.blogspot.com/2009/08/myndir.html)
      * [Fleiri sýningar í august](http://pieta6064.blogspot.com/2009/08/fleiri-syningar-i-august.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juli ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juni ](http://pieta6064.blogspot.com/2009_06_01_archive.html) (4)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Om mig

[![Mit foto](http://2.bp.blogspot.com/_KMFclxWCgZw/SlOVdEOYB6I/AAAAAAAAABA/aEP
Yac4WU78/S220-s80/postcard_pieta_front.jpg)](https://www.blogger.com/profile/0
4974970477308774970)

[ GRÍMA ](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)

    T-post:pieta6064@gmail.com Tlf. 596064
[Vis hele min profil](https://www.blogger.com/profile/04974970477308774970)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8187947576407873905&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

  *[16.42]: 2009-08-02T16:42:00-07:00
  *[15.41]: 2009-08-05T15:41:00-07:00

